Treytir

Tá ið tú skalt bíleggja pláss úr Skopun til Gomlurætt, verður depositum tikið fyri bíleggingina, og tí noyðist tú at hava vanga. Depositum svarar til helvtarprísin av einum vanligum ferðaseðli. Møtir tú upp til túrin, fært tú depositum aftur inn á vangan, og møtir tú ikki upp, missir tú depositum. Orsøkin er tann, at á øllum oyggjaleiðum hjá SSL verður einans goldið fyri ferðaseðil aftur og fram, ið á Sandoyarleiðini verður goldin ímillum Gomlurætt og Skopun. Av hesi orsøk er ongin ferðaseðlasøla á ferðini ímillum Skopun og Gomlurætt, og tí verður einans eitt depositum tikið, ið fellur aftur inn á vangan, um tú møtir upp til bílagdan túr.