Vegleiðing

Hetta er ein stutt vegleiðing til, hvussu tú bíleggur pláss til eitt akfar við bíleggingarskipan. Tað er bara neyðugt at fara ígjøgnum øll stigini fyrstu ferð, tú bíleggur. Næstu ferð kennir skipanin tína nummarplátu aftur:

Stig 1: Vel farleið

Stig 2: Vel slag av akfari. GG velur tú persónbil v/vogni skal longd av bili og vogni skrásetast. 

Stig 3: Vel hædd av akfari

Stig 4: Vel nær, tú ynskir at ferðast

Stig 5: Vel túr. Legg til merkis, at ber ikki til at bíleggja ávísan túr, eru ongi pláss tøk. Talið í klombrum vísir, hvussu nógv tøk pláss eru á túrinum. 

Stig 6: Skriva teldupostadressu

Stig 7: Skriva telefonnummar

Stig 8: Skriva nummarplátu á bili

Stig 9: Bílegg fyri onnur enn bilførara her, um tað eru fleiri enn bilførari í bilinum

Step 10: Yvirlit yvir tína bílegging. Minst til at trýsta á fýrakantin og eg havi lisið og góðkenni keypstreytirnar fyri at koma víðari

Step 11: Hesar eru treytirnar, trýst á bláa fýrakantin fyri at sleppa víðari

Stig 12: Vel títt gjaldskort

Skriva títt kortnummar, nær kortið fer úr gildið, og trygdartøl (tey trý aftastu tølini á kortinum)

Stig 13: Kvittan fyri tína bílegging. Bílegging kann strikast við at trýsta á leinkjuna niðast