
Farmur við bussi
Farmur upp til 20 kg verður tikin við á leiðum okkara móti gjaldi.
Farmur skal latast inn og avheintast við busssteðgistøð ella á avgreiðslustøðum (sí yvirlit her).
Kostnaðurin fyri at flyta farm við Bygdaleiðum er hesin:
| Vekt | Kostnaður |
| Upp til 1kg | 50kr. |
| 1-20 kg | 100kr. |
Farmurin má vera handbærur og skal í mesta lagi vera 50 cm langur, breiður og høgur og má ikki viga meira enn 20 kg.
Strandfaraskip Landsins taka ikki ábyrgdina av skaðum á farmi, og um farmur verður burtur.
Fyrivarni verður tikið fyri, at tað ikki ber til at avgreiða farm til avtalaðu tíðina.