
Farmur við skipi
Kostnaður fyri farm
Allur farmur (stykkjagóðs, brævbjálvar, brævpakkar o.a.), ið verður førdur við Strandfaraskipum Landsins skal frankerast.
Víst verður til nærmastu farmastøð og/ella farmaavgreiðslu at avgreiða farm. Sí yvirlit og upplatingartíðir her.
Avgreiðslutíðir fyri innlating av farmi
Fólk, ið skulu flyta farm við oyggjaleiðum, herundir akfør, ið verða flutt sum farmur, skulu innlata farmin hálvanannan tíma fyri fráferð. Vinaliga setið tykkum í samband við farmastøðina fyri at fáa hesi viðurskifti avgreidd.
| Lastir | u/ mvg. | mvg. | v/ mvg. | |||
| (22.. 22-08) | 885,00 | kr. | 221,25 | kr. | 1.106,25 | kr. |
| Mafivognar (hvønn veg) | u/ mvg. | mvg. | v/ mvg. | |||
| 40 fót mafi | 800,00 | kr. | 200,00 | kr. | 1.000,00 | kr. |
| 30 fót mafi | 650,00 | kr. | 162,50 | kr. | 812,50 | kr. |
| (36.. 36-03) 20 fót mafi | 550,00 | kr. | 137,50 | kr. | 687,50 | kr. |
| Bingja 40 fót | 800,00 | kr. | 200,00 | kr. | 1.000,00 | kr. |
| Bingja 20 fót | 550,00 | kr. | 137,50 | kr. | 687,50 | kr. |
| Á og Avkoyring av akførum yvir 5 m. | u/ mvg. | mvg. | v/ mvg. | |||
| Fyri hvørja ferð | 200,00 | kr. | 50,00 | kr. | 250,00 | kr. |
| Goymsla av frystivørum á Krambatanga | u/ mvg. | mvg. | v/ mvg. | |||
| Langtíðarleiga | 100,00 | kr. | 25,00 | kr. | 125,00 | kr. |
| 1/1 pl. 50 kr. fyrsta dagin + 20 kr. fylgandi dagar | ||||||
| 1/2 pl. 25 kr. fyrsta dagin + 15 kr. fylgandi dagar | ||||||
| 1/4 pl. 25 kr. fyrsta dagin + 10 kr. fylgandi dagar | ||||||
| Íroknað fyrsta dagin er brúk av trukki | ||||||
Víst verður annars til Farmastøðina um fyrispurningar eru um prís á serflutningi. Sí yvirlit yvir Farmastøðir her.
| Bilar uttan førara | Prísur |
| Suðuroyðarleiðin | 280 |
| Styttri leiðir | 200 |
GEVIÐ GÆTUR! Hvørja ferð føraraleysir bilar yvir 5m. í longd skulu koyrast umborð ella í land kostar hetta 200 kr. eyka.
Styttri leiðir:
- 56 Klaksvík - Syðradalur
- 58 Hvannasund - Svínoy/Fugloy
- 61 Gamlarætt - Hestur
- 66 Sandur - Skúvoy
- 90 Tórshavn - Nólsoy
Akfør, ið ikki koyra, skulu flytast á viðfestisvogni. Eigari ella avsendari av akfari hevur ábyrgd av at flyta akfarið á ein viðfestisvogn, og fáa vognain umborð og/ella í land av Smyrli ella øðrum bilferjum hjá Strandferðsluni. Hevur eigari ella avsendari ikki møguleika fyri at fáa akfarið á viðfestisvogninum umborð sjálvur, kann viðkomandi seta seg í samband við farmastøðirnar viðv. flutningi.