Avgreiðsla
Víst verður til nærmastu farmastøð og/ella farmaavgreiðslu at avgreiða farm. Sí yvirlit yvir farmastøðir og farmaavgreiðslur her.
Farmur verður bert fluttur til niðanfyristandandi øki:
- Stykkjagóðs og fiskaflutning millum farmahølið í Tórshavn og farmahølið á Tvøroyri.
- Stykkjagóðs millum Klaksvík og bygdirnar á Kalsoy, Svínoy og Fugloy.
- Stykkjagóðs millum farmahølið í Tórshavn og Hest og Skúvoy.
- Stykkjagóðs millum Tórshavn og Nólsoy.
Í dagtímum frá kl. 08:00 til kl. 16:00 kann farmur avgreiðast á Farstøðini í Havn.
Farmur skal verða farmastøð ella farmaavgreiðslu í hendi í seinasta lagi hálvan annan tíma áðrenn fráferð.
Á plássum har ongin farmastøð ella farmaavgreiðsla er, kann skipsmanningin avgreiða farm. Eisini ber til at fáa farm avgreiddan, tá okkara farmabilur er á staðnum.
GEVIÐ GÆTUR: Farmur til Smyril má verða latin okkum í seinasta lagi 1 1/2 tíma undan fráferð.