Farmur við bussi
Kann eg senda pakkar við bussunum hjá SSL?
Farmur upp til 20 kg verður tikin við á leiðum okkara móti gjaldi.
Hvussu skal eg gera fyri at senda ein pakka við bussinum?
Farmur skal latast inn og avheintast við busssteðgistøð ella á avgreiðslustøðum (sí yvirlit her).
Hvør er kostnaðurin fyri at senda pakkar?
Sí kostnaðin fyri flutning av farmi við bussi her.
Treytir
Farmurin má vera handbærur og skal í mesta lagi vera 50 cm langur, breiður og høgur og má ikki viga meira enn 20 kg.
Strandfaraskip Landsins taka ikki ábyrgdina av skaðum á farmi, og um farmur verður burtur.
Fyrivarni verður tikið fyri, at tað ikki ber til at avgreiða farm til avtalaðu tíðina.