Treytir
- Viðskiftafólkið skal hava gjørt avtalu við annað flutningsfelag um at koyra farmin víðari, áðrenn hann verður latin Strandfaraskipum Landsins.
- Á farmabrævinum, sum verður latið Strandfaraskipum Landsins, skal tilskilast, hvat flutningsfelag kemur at heinta og at avgreiða farmin.
- Avrokning um víðariflutning verður beinleiðis millum viðskiftafólkið og flutningsfelagið, sum viðkomandi hevur gjørt avtalu við.
- Allir føraraleysir bilar skulu sendast sum farmur, og skal farmabræv skrivast uppá hesar.
Flutningur av livandi seyði
- Loyvi til flutning av livandi kleyvdýrum millum oyggjar skal fylgja við seyðinum, og eitt eintak skal útflýggjast umboðið (avgreiðslufólki/manning) hjá SSL. Er onki loyvi, verður seyðurin avvístur.
- Prísurin fyri flutning er soleiðis at skilja, at um talan er um meiri enn 1 seyð, er prísurin fyri hvønn seyð aftrat 75kr. v/MVG.