Gass í húsvognum
Tað áliggur teimum ferðandi við húsvogni at fylgja ásettu mannagongd. Manningin umborð á ávísu skipunum kann til eina og hvørja tíð tilskila sær rættin at eftirkanna húsvognar fyri at tryggja sær, at ásetta mannagongd verður fylgd.
- Ventilurin á gassfløskuni skal ikki verða íbundin útgerð
- Skápið ella kassin, har gassfløskan stendur, skal verða ólæst
- Skelti ella áskrift skal verða á skápshurð/kassa, har gassfløskan stendur
- Undir sigling skulu húsvognar stillast soleiðis, at frí atkoma er til gassfløskurnar