Switch to english
  • Leið 100: Broyting í fráferð úr Vestmanna

    Seinast dagført: 23. oktober kl. 13:48

    Frá mánadegnum 2. november verður fráferðin úr Vestmanna kl. 18.45 framskundað til kl. 18.40. Ferðaætlanin verður dagførd samsvarandi, soleiðis at bussurin er í Kvívík kl. 18.55, við Effo í Kollfjarðadali kl. 19.05 og við Kollafjarðartunnilin kl. 19.10. Við Kollafjarðartunnilin skal man skifta til leið 400 fyri at koma til Havnar.

  • Leið 58: Ritan er í dokk frá 19. oktober til 11. november 2026

    Seinast dagført: 27. oktober kl. 14:04

    Ritan er í dokk frá 19. oktober til umleið 11. november. Ímeðan siglir Jósup á leiðini Hvannasund - Svínoy/Fugloy.