• Broyting á leið 61: Frá mikudegnum 10/4 eru broyttar fráferðir á Hestleiðini
    Meðan Ternan er á Hestleiðini, verður fráferðin úr Hesti 20 minuttir eftir fráferðina av Gomlurætt á øllum túrum. Eisini eru smærri broytingar í ferðaætlanini. Fyrsti túrur av Gomlurætt er kl. 06:50 gerandisdagar og kl. 08:30 í vikuskiftinum.
    Seinast dagført: 9. apríl kl. 19:41
  • Broyting á leið 100
    Vegna vegarbeiði í Vestmanna koyrir leið 100 ikki eftir Niðara vegi. Koyrt verður ístaðin eftir Ovara vegi og síðani oman til Skálatungu, har bussurin vendir. Steðgað verður eisini við Miðnám í Vestmanna. Broytingin stendur við so longi vegarbeiðið fer fram.
    Seinast dagført: 25. mars kl. 12:46
  • 16.Apríl: Broyting á leið 90
    Fráferðin hjá Teistanum úr Tórshavn týsdagin 16.apríl kl. 12.30 er flutt til kl. 12.00 .
    Seinast dagført: 12. apríl kl. 15:46