Switch to english

Kunning um endurgjald sambært átaluni frá Løgtingsins umboðsmanni

Vísandi til átaluna, sum Strandferðslan hevur fingið frá løgtingsins umboðsmanni, kunnu ferðafólk, ið hava goldið ov nógv við keyp á staðnum, í ávísum tíðarskeiðum, søkja um at fáa endurgjald fyri ov nógv goldið.

Talan er um ferðaseðlar, ið eru keyptir á staðnum í hesum tíðarskeiðunum:

LeiðFráTil
723.07.202517.09.2025
36--
5622.08.202517.09.2025
5819.08.202515.09.2025
6126.09.202517.09.2025
6620.08.202514.09.2025
9026.08.202518.09.2025

 

Um tú metir teg hava rætt til endurgjald, skalt tú senda okkum eina umbøn umvegis okkara talgildu supportskipan. Slag av fyrispurningi skal verða afturgjald/refund.

Tú finnur supportskipanina niðast á hesi síðuni.

Hevur tú ikki møguleikan at senda fyrispurning inn talgilt, kanst tú venda tær til móttøkuna á farstøðini (opið gerandisdagar kl. 08:00-16:00) ella á høvuðsskrivstovu okkara á Tvøroyri (opið gerandisdagar kl. 10:00-14:00). Tú mást tá hava galdandi skjøl tøk í pappírsformi.

____________________________________________________________________________________

Treytir fyri endurgjaldi

Endurgjald verður einans latið til fastbúgvandi ferðandi, sum kunnu prógva, at tey hava goldið ov nógv, við keyp á staðnum.

Endurgjald verður IKKI latið fyri ferðaseðlar, ið eru keyptir í bíleggingarskipanini.

Fyri at søkja um endurgjald skalt tú lata okkum hesar upplýsingar:

  • Váttan fyri keyp og ferð (t.d. kvittan fyri keyp, útgreinað bankaflyting el.l.)

  • Útgreinað dato, tíð og leið fyri ferðina

  • Galdandi bústaðarváttan

  • Kontonummar og navn á kontoeigara

Vit kanna, um sølan kann staðfestast í okkara skipan. Um sølan ikki kann staðfestast, ella um gjaldið ikki kann skjalprógvast, verður kravið avvíst.

Endurgjaldskrøv skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. juli 2026.
Vit tilskila okkum 14 dagar at avgreiða umbøn um endurgjald.