Switch to english
Ferðafólk

Skaðafráboðanir til SSL

Ferðafólk og viðføri, íroknað motorakfør, verða flutt við skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins samsvarandi reglunum í sjólógini um ábyrgd og endurgjald.

 Kemur skaði á akfar e.l. hjá ferðafólkinum, tá ferðast verður við Oyggjaleiðum, skal ferðafólkið venda sær til manningina beinanvegin og/ella í seinasta lagi 24 timar eftir skaðin er komin.

Manning skrivar eina frágreiðing um hendingina. Í frágreiðingini verður staðfest um Strandfaraskip Landsins eigur ábyrgdina av skaðanum.

Um talan er um skaða á akfar ella annan tryggjaðan lut, skal eigarin boða sínum tryggingarveitara frá sum skjótast.

Sí niðanfyri fyri nærri kunning:

Um skaði kemur á akfar, lutir ella annað, tá ferðast er við Oyggjaleiðum, skalt tú kunna teg um hesi viðurskiftini og fylgja mannagongdunum á hesi síðuni:

Um skaði kemur á lutir ella annað, tá ferðast er við Bygdaleiðum, skalt tú kunna teg um hesi viðurskiftini og fylgja mannagongdunum á hesi síðuni: