
Tá tú ferðast við SSL
Góð ráð til tín, tá tú ferðast við Oyggja- og/ella Bygdaleiðum.
Niðanfyri kanst tú lesa meira um, hvussu tú ferðast við Oyggja- og Bygdaleiðum, og hvørjar reglugerðir eru galdandi:
Ger tekin til bussføraran, tá tú skalt við bussinum (ger teg sjónligan). Tey ferðandi skulu vera til reiðar at fara í bussin, tá hann kemur, og hava tøkan pening til ferðaseðil.
Strandferðslan miðar altíð eftir at veita eina góða tænastu og tí stremba vit eftir at halda klokkutíðirnar í ferðaætlanini. Tó kann koma fyri vegna veður, umstøður á vegnum, ferðslu v.m at seinkingar ella óreglusemi kunnu koma.
Ivast tú í, um bussurin er farin framvið ella er seinkaður? Fylg við bussferðsluni inni á Sona her:
Viðføri við bussi: Ferðafólk kunnu hava handviðføri (lítla tasku ella posa) við inn í bussin. Viðføri, sum rúgvar upp, skal í viðførisrúmið undir bussinum.
Viðføri við skipi: Ferðafólk (uttan akfar) kunnu hava handviðføri við umborð, sum í mesta lagi vigar 40 kg. Annað ferðagóðs skal avgreiðast sum farmur hjá Farmaleiðum ella hjá avgreiðslumanninum á staðnum.
Ferðafólkið hevur sjálvt ábyrgd av viðføri og yvirklæðum.
Av trygdarávum verða ferðandi í koyristólum ikki tikin við í bussar hjá Bygdaleiðum um vindferðin er meiri enn 15 m/s.
Er pláss í bussinum, kann ferðafólkið taka barnavogn við uttan gjald. Ferðafólkið hevur sjálvt skyldu til at tryggja, at barnavognurin kemur í bussin og verður tikin úr bussinum, og at hann stendur við bremsunum fyri og ikki er til ampa fyri onnur ferðafólk. Er ikki pláss inni í bussinum, kann vognurin verða lagdur í viðførisrúmið. Fyrivarni verður tikið fyri, at summir bussar ikki hava standiplássøki.
Er pláss í bussinum, kann ferðafólkið taka súkklu við.
Ferðandi við motorsúkklum og prutlum, skulu sjálvi hava stroppar, at festa motorsúkkluna/prutlið við.
Ikki er loyvt at eta og drekka í bussunum.
Tað er loyvt at nýta fartelefon o.a. í bussum og umborð á ferjum, er tað ikki til ampa fyri onnur ferðafólk.
Royking er ikki loyvd umborð á ferjum og bussum hjá Strandfaraskipum Landsins, er ikki annað ávíst.
Við bussi: Húsdjór eru ikki loyvd í bussunum.
Við skipi: Ferðafólk kunnu hava smá húsdjór við sær, um húsdjórið er í innilákaðum búri, og eru á ávísum øki, sum manningin vísir til. Ferðafólk við húsdjóri, sum ikki er í innilokaðum búri, skulu seta seg í samband við manningina fyri at fáa ávíst eitt øki.
Er talan um blindan persón, sum hevur fyri neyðini at hava førarahund hjá sær, galda ikki nevndu ásetingar.