Switch to english

Virðiskort fara úr gildi á oyggjaleiðum

Gevið Gætur! Virðiskort fara úr gildi á oyggjaleiðum
Galdandi frá 8. apríl 2025

Nú nýggj prísskipan er komin í gildi, og til ber hjá fastbúgvandi í Føroyum at stovna sær árshald í okkara bíleggingarskipan, fara verandi virðirkort úr gildi. 

Tó ber framvegis til at gjalda við virðirkorti í bussunum
á bygdaleiðum og fáa 15% í avsláttri á vanligum ferðaseðlum.


Um tú ikki ynskir at halda fram við at hava virðiskort, ber til at lata kortið inn og fáa peningin afturgoldnan. Hetta kann gerast við at lata kortið inn:

  • á Farstøðini í Tórshavn 
  • á Sjógøtu 5 á Tvøroyri
  • í kioskini umborð á Smyrli 

Ella senda kortið til:

          Strandfaraskip Landsins
          Sjógøta 5, Postsmoga 30
          FO - 810 Tvøroyri

Tá ið kortið verður latið inn, skulu hesir upplýsingar fyriliggja:

  • For- og eftirnavn á korteigara
  • Telefonnummar og/ella teldupostur á korteigara
  • Kontonummar at flyta peningin á 

Strandferðslan flytir síðani peningin skjótast til ber. Í løtuni kan væntast eitt sindur at bíðitíð.