Switch to english
Leys størv

1. stýrimaður til Smyril

Smyril Heimasíðumynd

 

Søkt verður eftir 1. stýrimanni til Smyril 

- Verð við at binda Føroyar trygt saman 

Um starvið

Smyril hevur dagliga farleið millum Tvøroyri og Tórshavn. Siglt verður hvønn dag í vikuni, og umstøður eru at búgva umborð. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Smyrli. Arbeiðstíðin er eina viku umborð og eina viku frí. 

Høvuðsuppgávurnar hjá 1. stýrimanni eru at veita skipsleiðsluni ein skilagóðan og tryggan rakstur og hava eftirlit við, at trygdin altíð hevur fyrstu raðfesting og er í tráð við føroysk og altjóða krøv.  Sum partur av brúgvamanningini fert tú at arbeiða tætt saman við dugnaligum starvsfeløgum í einum sterkum toymi, har gott samstarv og høgt fakligt støði eru í miðdeplinum. Tú kemur at avloysa yvirstýrimannin, tá ið hann hevur forfall. 

 

Tíni ábyrgdarøki vilja m.a. fevna um: 

    • At hava ábyrgdina av arbeiðsøkinum, sum viðvíkur lossing og lasting, í tøttum samstarvi við yvirstýrimannin. 
    • At umsita og hava eftirlit við trygdarútgerð. 
    • At umsita og hava eftirlit við samskiftis- og siglingarútgerð. 

 

Eitt starv við fyrimunum 

Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum. Hetta er alment starv á sjónum. Tað merkir at starvið er skipað við sáttmála, skipað frítíð, yvirtíð og avspáking.

Og við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð langt frá familju og vinum. 

Hetta gevur tær eitt frælsi sum einki annað arbeiðspláss á sjónum. 

 

Formlig krøv 

Fyri at kunna søkja hetta starvið krevst, at tú hevur: 

  • Útbúgving sum skipsførari 
  • Sjóvinnubræv sum Chief mate (yvirstýrmaður) – STCW reg. II/2 
  • Heilsuváttan 
  • Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1 
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2 og A-VI/3 
  • Eftirútbúgving sum sjúkraviðgerði STCW A-VI/4-1, 4-2 
  • GOC in GMDSS STCW reg. lV/2 
  • Bátaførara  STCW A-VI/2-1 
  • FRB STCW A-VI/2-2 

 

Onnur viðkomandi krøv

Tað er umráðandi, at tú ert tænastusinnað(ur) og trívist væl í samskifti við ferðafólk, og harumframt megnar at samskifta og vegleiða á føroyskum, donskum og enskum. 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til telduskipanirnar Outlook og Pre-Master. 

Vit vænta harumframt, at tú hevur góðan røkjuskap, kanst arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at taka við nýggjum avbjóðingum. 

 

Setan, løn og umsókn 

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til yvirstýrimannin við at senda ein teldupost til smyril.yvirstyrimadur@ssl.fo. 

Umsóknarfreistin er sunnudagin 15. februar 2026. 

Um okkum 

Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.

Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión, harav 725.000 við ferjunum og 520.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 188.000 akfør. Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Søk starvið

Stovnað

29-01-2026


Umsóknarfreist

15-02-2026