Cateringfólk til Smyril
Søkt verður eftir tveimum ágrýtnum og fyrikomandi fólkum til catering umborð á Smyrli.
Strandferðslan hevur eina lógarásetta flutningsskyldu av fólki og farmi. Hvønn dag røkja vit hesa skyldu við ágrýtni og dugnaskapi. Starvsfólk, skip og bussar eru við til at binda oyggjar, bygdir og fólk saman á tryggan og góðan hátt. Ynskir tú eisini at gerast partur av okkara fjølbroytta og dugnaliga starvsfólkstoymi?
Talan er um tvey full tíðar størv. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Smyrli. Arbeiðstíðin er eina viku umborð og eina viku frí. Dagliga farleiðin hjá Smyrli er millum Tvøroyri og Tórshavn. Umstøður eru at búgva umborð.
Starvið fevnir um alt vanligt kafeteria- og kioskarbeiði, harumframt reingerð og viðlíkahald. Tað er m.a. uppreiðing, viðlíkahald og reingerð av ábyrgdarøkjum á skipinum, uppfylling av vøru og annað fyrifallandi arbeiði. Tú skalt eisini veita okkara ferðafólkum eina góða tænastu.
Starvið
· Tryggjar eitt høgt reinførisstøði, bæði innan matgerð og ferðafólka økir
· Hevur góðan røkjuskap
· Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, eins og í toymi
· Trívist í einum starvi, sum til tíðir krevur kvikleika
· Er tænastusinnað/ur, smílandi og fyrikomandi
· Megnar at samskifta og vegleiða ferðafólki á føroyskum, á donskum og enskum
· Umsøkjari skal vera fylt/ur 18 ár
Sum cateringfólk vænta vit at tú hevur:
· Heilsuváttan (bláu bók)
· Trygdarskeið fyri sjófólk – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
Setan, løn og umsókn
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður lønt í lønarflokki 6.
Umsóknarfreistin er mikudagin 14. januar 2026. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til tænastuleiðarar á tlf. +298 293046, ella teldupost smyril.catering@ssl.fo.