Dátugreinari til Strandfaraskip Landsins

Vilt tú vera við til at menna dátugrundarlagið hjá Strandferðsluni?
Strandfaraskip Landsins hevur ein avgerandi leiklut í føroyska samfelagnum. Hvønn dag tryggja vit sambandið millum oyggjarnar við bussum og ferjum og flyta túsundtals ferðafólk, akfør og farm kring landið.
Vit søkja nú eftir einum ágrýtnum og framskygdum dátugreinara, ið brennur fyri at skapa virði úr okkara dátum, og í tøttum samstarvi við ymiskum leikarum kann tryggja eitt álítandi avgerðargrundarlag.
Tú verður partur av fíggjardeildini, men arbeiðsuppgávurnar eru tvørgangandi. Hetta merkir, at tú fert at samstarva við leiðsluna og lyklapersónar á øllum deildunum í fyrisitingini, eins og tú fert at hava samskifti og samstarv við uttanhýsis ráðgevar í sambandi við serligar uppgávur.
Starvið
Sum dátugreinari fært tú ein týðandi leiklut í at savna, viðgera og greina stórar dátumongdir frá ymiskum talgildum skipanum hjá Strandferðsluni og menna loysnir – bæði til innanhýsis og uttanhýsis brúk. Harumframt fert tú at umseta dátur til vitan og kunnleika, sum kann brúkast til at stuðla dagligum rakstri, strategiskum avgerðum og framtíðarmenning.
Arbeiðið fevnir eisini um at gera fíggjarligar greiningar saman við fíggjardeildini, greina rák saman við samferðslu- og rakstrardeildini, gera lønargreiningar við lønardeildini og ad-hoc greiningar í samstarvi við leiðsluna.
Tú hevur eisini ábyrgdina av at tryggja dátugóðsku við skipaðari góðskutrygging og staðfesting, so tvítøka, ójavnir og feilir verða burturbeindir, áðrenn dátur verða brúktar til greiningar.
Førleikar
Vit ímynda okkum, at tú hevur:
- Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við hetta
- Royndir við dátugreining, Business Intelligence, dátumodellering og visualisering
- Góðir førleikar í Power BI og SQL umframt góðan kunnleika til dátugrunnar
Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir ella kunnleika til eitt ella fleiri av hesum:
- Python, R, DAX og Power Query
- Kunnleika og royndir við vitlíki(AI) innan dátugreining og automatisering
- Bíleggingar-, ferðaseðla- ella aðrar transaktiónsskipanir
- Fíggjarligar dátur og fíggjarligar dátustrukturar
- Almenna fyrisiting og skipanir hjá Gjaldstovuni
Persónligir eginleikar:
Vit ímynda okkum, at tú arbeiðir skipað og sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og hevur gott yvirlit yvir tínar uppgávur. Tú dugir væl at samskifta og samstarva við bæði starvsfelagar og aðrar aktørar. Harumframt megnar tú at hava fleiri bóltar í luftini og gera neyðugar raðfestingar.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Talan er um fulltíðarstarv, ið ætlandi verður sett 1.desember 2026 ella skjótast til ber eftir hetta. Freistin at søkja starvið er 22. oktober 2026.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Guðlaug Herason, KT-leiðara, á 293051 og Dan Djurhuus, fíggjarleiðara, á 293021.
Um okkum
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar).
Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.
Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.