Switch to english
Leys størv

Dekkari til Smyril

Dekkari til Smyril

Strandferðslan hevur eina lógarásetta flutningsskyldu av fólki og farmi. Hvønn dag røkja vit hesa skyldu við ágrýtni og dugnaskapi. Starvsfólk, skip og bussar eru við til at binda oyggjar, bygdir og fólk saman á tryggan og góðan hátt. Ynskir tú eisini at gerast partur av okkara fjølbroytta og dugnaliga starvsfólkstoymi? 

Talan er um eitt fulltíðar starv. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Smyrli. Arbeiðstíðin er eina viku umborð og eina viku frí. Dagliga farleiðin hjá Smyrli er millum Tvøroyri og Tórshavn. Umstøður eru at búgva umborð.

Arbeiðsuppgávurnar hjá dekkaranum eru í høvuðsheitum at syrgja fyri trygdini umborð, halda reinførið á dekkinum og á brúnni, umframt at røkja fast og fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði. 

Ein onnur høvuðsuppgáva er á- og avskipan av farmi og akførum. Hetta er koyring við trukki, sleipara, bilum, trailarum og lastbilum. 

Førleikakrøv:

  • Fulltikin dekkari STCW reg. II/5
  • Heilsuváttan (bláabók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking umborð skipi STCW A-VI/1-2
  • Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1

Tað er fyrimunur at hava skeiðið skjóttsiglandi bjargingarbátur (FRB) STCW A-VI/2-2, koyrikort til lastbil, sleipara og trukk, men ikki krav.

Annars vænta vit at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við tínir starvsfelagar. Vit vænta eisini at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setan, Løn og umsókn

Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður lønt eftir 6. lønarflokki + 1 stig.

Umsóknarfreist er sunnudagin 18. januar 2026.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til yvirstýrimannin á Smyrli, á teldupost: smyril.yvirstyrimadur@ssl.fo

Søk starvið

Stovnað

30-12-2025


Umsóknarfreist

18-01-2026