Switch to english
Leys størv

Frítíðaravloysarar sum kokkur / fólk til Cateringfólk umborð á Smyrli

8002037

Strandfaraskip Landsins søkir eftir fólki til catering/galluna at avloysa í summar 

 

Áðrenn vit vita av, so er summarið komið, og tí sóknast Strandfaraskip Landsins eftir fólki til catering og galluna umborð á Smyrli. 

Niðanfyri fært tú innlit í hvørji førleikakrøv eru til størvini. Talan er um tíðarskeiðið frá fyrst í mai til síðst í august. Arbeiðstíðin verður fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Smyrli.  

Um tú sum umsøkjari bert er partvís tøkur hetta tíðarskeiðið, verður tú biðin um at upplýsa, nær tú er tøkur. 

 

Førleikakrøv til Catering 

- Heilsuváttan (bláu bók) (SSL endurrindar) 

- Trygdarskeið - STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1 

- Tú skalt vera 17 ár 

Tað kann verða ein fyrimunur, at hava reinførisprógv (Hygiejne Certificate). Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum og enskum. 

 

  Førleikakrøv sum kokkur 

- Heilsuváttan (bláu bók) 

- Trygdarskeið fyri sjófólk – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1 

- Vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipi 

 

Onnur viðkomandi krøv 

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir. 

Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi, álítandi, kundavinarlig/ur og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. 

Setan, løn og umsókn 

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. 

Starvið sum kokkur verður lønt í lønarflokki 6 + 3 stig. 

Starvið sum catering verður lønt í 6. lønarflokki. 

 

Umsóknarfreistin er 1. mars 2026.  

Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til tænastuleiðaran á tlf. 293046 ella við at senda ein teldupost ásmyril.catering@ssl.fo

 

Um okkum 

Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.

Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión, harav 725.000 við ferjunum og 520.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 188.000 akfør. Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri. 

Søk starvið

Stovnað

04-02-2026


Umsóknarfreist

01-03-2026