Kokkur til Teistan

Um starvið
Teistin hevur dagliga farleið millum Nólsoy og Tórshavn. Arbeiðsætlanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá honum. Talan er um eitt fulltíðarstarv, har arbeitt verður eina viku umborð og eina viku frí.
Umstøður eru at búgva umborð.
Høvuðsuppgávurnar sum kokkur, eru at
- samanseta matskrá
- gera mat til starvsfólkini umborð
- innkeyp av mati
- hava ábyrgdina av, at kabússan altíð er rein og lýkur aðalkrøvini hjá reiðarínum og myndugleikunum
Eitt starv við fyrimunum
Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum. Hetta er alment starv á sjónum. Tað merkir, at starvið er skipað sambært sáttmála við teimum almennu frídøgunum sum eru og við skipaðari frítíð, yvirtíð og avspáking. Við sigling ímillum okkara oyggjar ert tú ongantíð serliga langt frá familju og vinum. Hetta gevur tær eitt frælsi, sum einki annað arbeiðspláss á sjónum.
Formlig Krøv
- Vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipi
- Heilsuváttan (bláu bók)
- Trygdarskeið fyri sjófólk – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
Onnur viðkomandi krøv
Í starvinum sum kokkur hevur tú ábyrgdina av at krøv um matgerð, matvørutrygd og reinføri verða hildin. Vit vænta, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult, og at tú dugir at eyðmerkja og loysa trupulleikar í dagliga arbeiðinum.
Hetta fevnir m.a. um at fylgja upp, tá vørur mangla, at seta seg í samband við veitarar, og tryggja at skeivar ella mangulfullar vøruveitingar verða rættaðar.
Annars vænta vit at tú hevur góðan røkjuskap og góð samstarvsevnir. Vit vænta eisini at tú ert fyrikomandi, álítandi, kundavinarlig/ur og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
Setan, løn og umsókn
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður lønt í lønarflokki 6 + 3 stig.
Umsóknarfreistin er 5. november. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til skiparan á tlf. 293131 ella við at senda ein teldupost á teistin.brugvin@ssl.fo.
Starvsbyrjan er 1. januar.
Um okkum
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.
Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.