Skipari til Sam

Skipari til Sam
- Verð við at binda Føroyar trygt saman
Um Starvið
Sam hevur dagliga farleið millum Klaksvík og Syðradalur, men roknast kann við broytingar á hesum økinum. Siglt verður hvønn dag í vikuni
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá og farleið hjá Sam. Arbeiðstíðin umborð á Sam er 1 viku umborð og 1 viku frí.
Umstøður eru ikki at búgva umborð.
Høvuðsuppgávur hjá skipara eru, at:
· Við starvsfólkaábyrgd virka tú sum ovasti leiðari, har tú tryggjar eitt tætt samstarv millum allar eindir hjá SSL og vegleiðir um neyðugt
· Hava eftirlit við, at trygdin er í tráð við føroysk og altjóða krøv, og tryggja trygdina umborð umvegis skilagóðar arbeiðsgongdir
· Átaka sær leiklutin sum skipsleiðsla, har miðja verður ímóti einum skilagóðum rakstri, og áhaldandi arbeiða við at betra fyriskipanir og mannagongdir
· Leypandi at menna og dagføra viðlíkahaldsskipanina PreMaster og meta um tørvin fyri viðlíkahaldi. Eisini at tryggja at arbeiðsætlan eru sambært lógarkrøvini og at frávik vera skrásett í Vaktplan
· Tryggja góða tænastu umborð á Sam, so at ferðafólk føla seg trygg og hava eina góða ferð
Eitt starv við fyrimunum
Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum. Hetta er starv á sjónum, við skipaðum viðurskiftum, sum inniber skipað frítíð, yvirtíð og avspáking, har tú ert úti eina viku, og heima eina viku. Og við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð serliga langt frá familju og vinum.
Hetta gevur tær eitt frælsi sum einki annað arbeiðspláss á sjónum.
Formlig krøv
Fyri at kunna søkja hetta starvið krevst at tú hevur:
· Útbúgving sum skipari
· Í minsta lagi STCW átekna sjóvinnubræv sum heimaskipari við handilsskipum STCW reg. II/3
· GMDSS – GOC (STCW reg. IV/2)
· Heilsuváttan (bláabók)
· Trygdarskeið fyri sjófólk (Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
· Eldsløkking fyri skipsyvirmenn
Tað kann verða ein fyrimunur um tú hevur Crowd and Crisis prógv og royndir við ferðamannaskipum
Onnur viðkomandi krøv
Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum, donskum og enskum.
Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook og Pre-Master.
Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at taka við nýggjum avbjóðingum.
Setan, løn og umsókn
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Starvið sum skipari er lønt í lønarflokki 3.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til skiparan á Sam, á +298 293116, ella sam@ssl.fo.
Umsóknarfreistin er 22. Februar 2025.
Um okkum
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión, harav 725.000 við ferjunum og 520.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 188.000 akfør. Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.