Strandfaraskip Landsins søkir eftir skipsmanning til at avloysa í summar

Strandfaraskip Landsins søkir eftir skipsmanning til at avloysa í summar
Áðrenn vit vita av, so er summarið komið, og tí sóknast Strandfaraskip Landsins eftir skipsmanning, tvs. navigatørar, maskinmeistarar, maskinistar og dekkarar at avloysa umborð á øllum skipunum hjá SSL.
Niðanfyri fært tú innlit í hvørji førleikakrøv eru til størvini. Talan er um tíðarskeiðið frá fyrst í mai til síðst í septembur. Arbeiðstíðin verður fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ein ynskir at avloysa umborð á.
Um tú sum umsøkjari bert er partvís tøkur hetta tíðarskeiðið, verður tú biðin um at upplýsa, nær tú er tøkur.
Førleikakrøv navigatør
- STCW áteknað sjóvinnubræv sum skipsførari/stýrimaður/skipari við handilsskipum
- Heilsuváttan (bláu bók)
- Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6
- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
- Eftirútbúgving sum sjúkraviðgeri STCW A-VI/4-1, 4-2
- GOC in GMDSS STCW reg. IV/2
Førleikakrøv maskin
- STCW áteknað sjóvinnubræv sum skipsmaskinmeistari/skipsmaskinistur
- Heilsuváttan (bláu bók)
- Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
Førleikakrøv dekkari
- Ófulltikin / Fulltikin dekkari STCW reg. II/5
- Heilsuváttan (bláabók)
- Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
- Eldsløkking umborð á skipi STCW A-VI/1-2
Onnur viðkomandi krøv fyri øll størvini
Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum og enskum. Harafturat er tað ein fyrimunur at hava kunnleika til telduskipaninar Outlook og Pre-Master. Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi, álítandi, kundavinarlig/ur og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
Setan, løn og umsókn
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag. Starvið verður lønt sambært nevnda sáttmála.
Umsóknarfreist er 1. mars 20026.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til manningasamskiparan, Ólavur Bech, á tlf. 293016 ella við at senda ein teldupost til olb@ssl.fo
Um okkum
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión, harav 725.000 við ferjunum og 520.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 188.000 akfør. Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.