
Ferðakort
Eitt ferðakort er ein einfaldur og hentur máti at gjalda fyri ferðir, tá tú ferðast við Strandferðsluni.
Strandferðslan bjóðar seks ymisk sløg av ferðakortum, ið hóska til fleiri brúkarar – alt frá pendlarum til næmingar. ítróttarfólk, vinnukundar o.a.
Les meira niðanfyri um ferðakortini og finn tað, sum passar best til tín tørv.
Virðiskortið er til tín, ið ferðast ofta ella bert av og á, á ymsum bussleiðum. Tú fyllir pening á Virðiskortið, og so ferðast tú til upphæddin er uppi.
Sjálvt plastkortið kann keypast á farstøðini í Tórshavn ella á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri, har tað eisini ber til at fáa skrásett navn á.
Kortið kostar 50 kr. Um navn er prentað á kortið, ber til at flyta innihaldið yvir á nýtt kort, um kortið verður burturmist.
Tað ber til at fylla millum 250kr. og 3.000kr. inn á kortið.
Virðiskortið gevur síðani 15% í avsláttri, tá tú rindar tín ferðaseðil við kortinum.
Nýtt virði kann fyllast á kortið bæði umborð á bussunum og á Farstøðini í Tórshavn.
Tað ber væl til at hava bæði virðis- og mánaðarkort á sama plastkorti. Tá ferðaseðil verður keyptur við kortinum, er sera umráðandi at boða frá, um gjaldast skal av virðinum ella av mánaðarkortinum.
Gev gætur: Virðiskort kann ikki nýtast á Oyggjaleiðum. Meira kann lesast um hetta her:
Ert tú lesandi og fær lestrarstuðul frá Studna, hevur tú møguliga rætt til skúlakort frá SSL, ið gevur tær rætt til fría ferðing millum skúla og heim.
Tá tú søkir inn á Miðnám, ber til at viðmerkja á umsóknarblaðnum frá Mentamálaráðnum, um tú ynskir skúlakort.
- Lesandi á hægri lærustovnum søkja á heimasíðuni hjá SSL um kortið.
- Skúlakortið kann nýtast at ferðast í og úr skúla einaferð um dagin.
- Kortið er ikki virkið í juli mánaða.
- Kortið kann brúkast alt lestrarskeiðið, og fer úr gildi tá lestrartíðin er av.
- Treytin fyri at fáa skúlakort er at næmingurin er fulltíðarlesandi og fær stuðul frá Studna. Lærlingar hava tí ikki rætt til ksúlakort.
Vinnufyritøkur kunnu bíleggja sær vinnukort at ferðast við, lætt og ómakaleyst, um tey hava hava konto hjá Strandferðsluni.
Við einum vinnukortið ber til at keypa ferðaseðil á øllum okkara ferjum og bussum uppá rokning. Tað ber eisini til at keypa í kafeteria umborð á Smyrli við einum vinnukorti.
Fyri at stovna konto hjá Strandferðsluni, vinaliga setið tykkum í samband við okkum á teldupost fyrisiting@ssl.fo.
Gevið gætur! Tað ber ikki til at bíleggja ferðaseðil við vinnukorti í okkara bíleggingarskipan, men einans keypa ferðaseðil á staðnum.
Ítróttarfeløg hava møguleikan at bíleggja sær ítróttarkort, ið gevur rætt til ókeypis ferðing ísmbv. ítróttarferðing.
Ítróttarkort skulu bíleggjast frá ÍSF. Sjálvt kortið kostar 50 kr. at fáa útflýggja.
ÍSF rindar ferðina í Sandoynni og Suðuroynni, umframt umborð á øllum skipum hjá Strandferðsluni.
Les meira inni á síðuni hjá ÍSF her:
Travel Card er ætlað teimum, ið vilja ferðast við Bygda- og Oyggjaleiðum í fýra ella sjey samanhangandi dagar. Travel Card er sostatt ein góð loysn til ferðafólk, ið hava avmarkaða tíð og ynskja at ferðast so nógv og so bíligt sum gjørligt.
Til ber at ferðast óavmarkað á øllum Bygda- og Oyggjaleiðum hjá SSL, tó ikki á Mykinesleiðini.
Gevi gætur:
- Kortið er einans galdandi fyri ferðafólk og ikki akfør.
- Tað ber ikki til at bíleggja pláss frammanundan og nýta Travel Card sum gjaldshátt. Um tú bíleggur pláss skalt tú rinda fyri hesa bílegging.
Travel Card kann keypast á Vága Floghavn, Farstøðini í Tórshavn og á leið 300.
Prísir:
7 dagar vaksin = 700 DKK
7 dagar barn = 350 DKK
4 dagar vaksin = 500 DKK
4 dagar barn = 250 DKK
Burturmist kort: Burturmist Travel Card verða tíverri ikki endurgoldin.
Óvirkið Travel kort? Vinaliga set teg í samband við okkum á tlf. 343000.