
Bílegg Skúlakort
Skúlakort til miðnám- og hægri lærustovnar
Um tú ikki hevur søkt ferðastudningin umvegis Mentamálaráðið (miðnámsskúlanæmingar), tá tú søkti inn á útbúgvingina, kanst tú søkja um Skúlakort á hesi síðuni.
Meginreglan í skipanini er, at øll lesandi, ið hava fyri neyðini at nýta Strandfaraskip Landsins, ferðast ókeypis aftur og fram í skúla í mesta lagi einaferð um dagin, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum.
Treytin fyri at fáa ferðastudningin er hin sama, ið er galdandi fyri at fáa lestrarstuðulin. Tó kunnu lesandi við Húsarhaldsskúla Føroya, á háskúlum, eftirskúlum og útlendsk lesandi í Føroyum t.d. AFS-arar fáa ferðastudning.
GEVIÐ GÆTUR: SSL tilskilar sær 14 dagar at gera kortið í eftir bílegging. SSL skal gera vart við, at SSL fær ikki vart seg fyri seinkingum í postinum. Um tann lesandi ikki hevur galdandi skúlakort tá hann ferðast, skal vanligur kostnaður rindast fyri ferðina. Tó ber til at fáa avsláttur á 20%, um tann lesandi vísir galdandi prógv, ið váttar, at hann er lesandi.