Ofta settir spurningar - Skúlakort
Næmingar, ið fáa lestrarstuðul, hava rætt til Skúlakort. Skúlakortið er galdandi fyri teir næmingar, ið hava tørv á at ferðast við Bygda-ella Oyggjaleiðum hjá SSL í og úr skúla. Studni rindar fyri ferðina millum heim og skúla.
GEVIÐ GÆTUR: Kortið er persónligt og má ikki latast øðrum at nýta. Misnýtsla kann hava við sær, at næmingurin missir rættin til Skúlakort Kortið er ikki virkið í juli mánaða.
Miðnámsskúlanæmingar kunnu viðmerkja á umsóknarblaðnum frá Mentamálaráðnum, um tey ynskja skúlakort. Til ber eisini at søkja um kortið við at trýsta her.
Næmingar á hægri lærustovnum søkja á heimasíðuni hjá SSL um kortið.
Kortið verður sent skúlanum og útflýggjað har.
GEVIÐ GÆTUR: SSL tilskilar sær 14 dagar at gera kortið í eftir bílegging. SSL skal gera vart við, at SSL fær ikki vart seg fyri seinkingum í postinum. Um tann lesandi ikki hevur galdandi skúlakort tá hann ferðast, skal vanligur kostnaður rindast fyri ferðina. Tó ber til at fáa avsláttur á 20%, um tann lesandi vísir galdandi prógv, ið váttar, at hann er lesandi.
Kortið kann brúkast alt lestrarskeiðið, t.v.s. um útbúgvingin tekur 3 ár, er kortið galdandi øll 3 árini, so ikki er neyðugt at bíleggja nýtt kort, tá flutt verður í hægri flokk. Kortið kann tó ikki nýtast í summarferiuni.
Kortið er ókeypis, men hevur næmingurin tørv á nýggjum korti, skulu 100kr. gjaldast, áðrenn nýtt kort verður útskrivað.
Verður kortið burturmist, má søkjast um nýtt kort á heimasíðuni hjá SSL. Nýtt kort kostar 100kr. og skal peningurin gjaldast áðrenn nýtt kort verður útskrivað. Peningurin skal flytast á kontu 9181-266.944.9 viðmerkt navn og „Skúlakort“. Tá kvittan fyri flyting er send til fyrisiting@ssl.fo og móttikin, verður kortið prentað og sent skúlanum. SSL tilskilar sær 14 dagar at gera kortini.
Er kortið burturmist, skal næmingurin rinda ferðaseðil, til hann aftur hevur eitt kort.
Næmingar, ið hava óvirkin kort, verða bidnir um at seta seg í samband við skrivstovuna hjá SSL. Strandferðslan kannar og staðfestir um nýtt kort skal gerast.
Er kortið óvirkið, skal næmingurin rinda ferðaseðil, til hann aftur hevur eitt virkið kort. SSL tilskilar sær 14 dagar at gera kortini.
Skúlakortið kann nýtast at ferðast í og úr skúla einaferð um dagin.
Tað ber til at broyta farleiðina á Skúlakortinum, um næmingur skal í starvslæru. Set við okkum á fyrisiting@ssl.fo. Broytingin fær virknað 24 tímar eftir, at hon er gjørd.
Tað ber til at broyta farleiðina á Skúlakortinum, um næmingur flytir bústað. Set teg í samband við okkum á fyrisiting@ssl.fo. Broytingin fær virknað 24 tímar eftir, at hon er gjørd.
Ja, tað ber til at hava bæði virði og Skúlakort inni á sama korti. Tá ferðaseðil verður keyptur, er tó umráðandi at boða frá, um gjaldast skal av virðinum ella av Skúlakortinum.