Virðiskort

Hvat er eitt Virðiskort?

Virðiskortið er til tín, ið ferðast ofta á ymsum bussleiðum, ella bert av og á somu ella á ymsum farleiðum, men tó ikki regluliga. Tú fyllir pening á Virðiskortið, og so ferðast tú til upphæddin er uppi.

Ferðast tú tó regluliga á somu bussleið, er Mánaðarkortið helst betur hóskandi fyri teg.

virðiSkort farA úr gildi á oyggjaleiðum
Galdandi frá 8. apríl 2025

Nú nýggj prísskipan er komin í gildi, og til ber hjá fastbúgvandi í Føroyum at stovna sær árshald, fara verandi virðirkort úr gildi. 


Um tú ikki ynskir at halda fram við at hava virðiskort, ber til at lata kortið inn og frá peningin afturgoldnan. Hetta kann gerast við at lata kortið inn:

  • á Farstøðini í Tórshavn 
  • á Sjógøtu 5 á Tvøroyri
  • í kioskini umborð á Smyrli 

Ella senda kortið til:

          Strandfaraskip Landsins
          Sjógøta 5, Postsmoga 30
          FO - 810 Tvøroyri

Tá ið kortið verður latið inn, skulu hesir upplýsingar upplýsast:

  • For- og eftirnavn á korteigara
  • Kontonummar at flyta peningin á. 

Strandferðslan flytir síðani peningin skjótast til ber. Í løtuni kan væntast eitt sindur at bíðitíð.

 

Stovna tær ein brúkara
til ferðing á oyggjaleiðum

Vit mæla øllum til, at stovna sær ein brúkara her og skráseta sítt p-tal um tú ert búsitandi í Føroyum. 
Á henda hátt fært tú bestu ferðasømdir og bílgiastu prísirnar.   

Les meira um hvussu tú bíleggur og prísir her


Hvar kann eg keypa Virðiskort?

  • Virðiskort uttan skrásett navn kann keypast á farstøðini í Tórshavn ella á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri.

  • Virðiskort við skrásettum navni kann keypast á Farstøðini í Tórshavn ella á Høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri, har navn kann prentast á kortið. Um navn er prentað á kortið, ella um kundin minnist kortnummarið, ber til at flyta innihaldið yvir á nýtt kort, um kortið verður burturmist. Nýtt kort kostar 50 kr.


Hvat kostar eitt Virðiskort?

Kortið sjálvt kostar 50kr.

Hvussu nógv kann eg fylla á Virðiskortið?

Tað ber til at fylla millum 250kr. og 3.000kr. inn á kortið.


Hvussu nógv fái eg í avsláttri við Virðiskorti?

Virðiskortið gevur 15% í avsláttri.


Hvussu fylli eg á Virðiskortið?

Nýtt virði kann fyllast á kortið bæði í bussum og á skipum umframt á Farstøðini í Tórshavn.


Eg havi mist mítt Virðiskort burtur, og eg hevði pengar eftir á kortinum. Kann eg fáa tað flutt yvir á eitt nýtt Virðiskort?

Um navn er prentað á kortið, ella um kundin minnist kortnummarið, ber til at flyta innihaldið yvir á nýtt kort, um kortið verður burturmist. Nýtt kort kostar 50 kr.


Kann eg gera áfylling á Virðiskortið á netinum?

Tað ber tíverri ikki til at fylla pening á kortið á netinum.


Ber til at hava Mánaðarkort inni á Virðiskortinum?

Ja, tað ber væl til at hava bæði virðis- og mánaðarkort á sama korti. Tá ferðaseðil verður keyptur, er tó umráðandi at boða frá, um gjaldast skal av virðinum ella um mánaðarkortið skal virkjast.


Ber til at brúka Virðiskorti til bilar?

Virðiskortið kann bert nýtast á Bygdaleiðum.