Prísir - Bygdaleiðir
Niðanfyri síggjast prísir yvir ferðaseðlar við bygdaleiðum, og yvir prísir fyri mánaðarkort á ymisku leiðunum.
Ferðaseðil verður keyptur umborð á bussinum við fráferð. Tað ber bæði til at gjalda við reiðum peningi og við gjaldskorti á øllum okkara leiðum.
Mánaðarkort:
Um tú pendlar við bygdaleiðum, er tað ein fyrimunur at hava mánaðarkort til ávísu leiðina, ið tú ferðast við. Sjálvt plastkortið kann keypast á farstøðini ella á høvuðsskrivstovu okkara á Tvøroyri, og kostar hetta 50 kr. Síðani kanst tú fylla mánaðarkort á í bussinum. Niðanfyri sært tú prísyvirlitið yvir mánaðarkort, fyri ymisku leiðunum.

