Switch to english
Tíðindi

14.414 fólk við Oyggjaleiðunum hjá SSL í heystfrítíðini

23.10.2026

Ritan 2024

Heystfrítíðin er tíðin har nógv fólk ferðast við oyggjaleiðunum hjá SSL. Hetta er jú tíðin, har fólk millum annað ferðast orsaka av seyðahaldi, rakstri og slakti, ferðast fyri at vitja familju ella fyri at njóta nakrar frídagar saman við sínum nærmastu.

Í ár byrjaði heystfrítíðin fríggjadagin 9. oktober og tað sæst eisini aftur í talinum av ferðafólkum, sum ferðaðust við oyggjaleiðum hjá SSL. Hendan fríggjadagin ferðaðust 2.163 fólk við skipunum hjá SSL og var hetta eisini størsti einstaki ferðadagur í heystfrítíðini. Tilsamans fluttu 6.230 fólk við oyggjaleiðum fyrsta vikuskiftið í heystfrítíðini. 

Mikudagin var illveður kring landið og hetta førdi eisini við sær nógvar avlýsingar bæði á oyggjaleiðum og bygdaleiðum. Hetta sæst eisini aftur í ferðatølunum, tí bara 184 fólk vóru við á teimum túrunum hjá oyggjaleiðum, sum vóru 14. oktober.

Heystfrítíðin endaði sunnudagin 18. oktober við fríggjadegnum 16. oktober, sum tí stóra ferðadegnum við 1.749 ferðafólkum. Hetta vikuskiftið ferðaðust tilsamans 5.609 fólk við oyggjaleiðum. Við hesum kom talið av ferðafólkum, sum ferðaðust við oyggjaleiðum í tíðarskeiðinum frá 9. oktober til 18. oktober, uppá 14.414 fólk.