Switch to english
Tíðindi

20. apríl verður Sam aftur í sigling á Kalsoyarleiðini

15.04.2016

sam.jpg

Mikudagin tann 20. apríl verður Sam aftur í sigling á Kalsoyarleiðini og skal eftir ætlan sigla smbr. galdandi ferðaætlan á hesi leið.

Tað merkir, at Ternan siglir síðsta farmatúrin ml. Syðradal og Klaksvík mánadagin 18. apríl.

Meðan Sam hevur verið á beding, hevur Jósup røkt vanligu siglingina á kalsoyarleiðini og Ternan hevur siglt faramtúrar millum Syðradal og Klaksvik mánadagar og fríggjadagar. Hesar dagar hevur Jósup siglt á Nólsoyarleiðini, og tískil hava ymsar broytingar verið á báðum leiðum. SSL vil takka nólsoyingum og kalsoyingum fyri gott samstarv og gott tol.