22. juni: Kunning um broytingar á leið 7 sunnudagin 22/6 og mánadagin 23/6

21.06.2025

Dagført: Leygardagin 21/06/2025 - kl. 20:00

Orsaka av at kappróðurin á jóansøku er fluttur frá leygardegi til sunnudag, verða broytingar í ferðaætlanini sunnudagin 22/6 og mánadagin 23/6.

 

SUNNUDAGIN 22. JUNI 2025:

Fráferðin av Krambatanga sunnudagin 22/6 kl. 17:30 er flutt til kl. 15:30.
Øll ferðafólk og akfør, ið hava bílagt pláss til túrin kl. 17:30, eru sjálvvirkandi flutt til kl. 15:30. 

Um ferðandi ynskja aðra fráferð, kunnu tit broyta ella strika hesa fráferð.

 

Bíleggingar til fráferðina av Krambatanga leygardagin kl. 15:30 og flyting til sunnudagin kl. 15:30  
Allar kappróðrarmanningar, ið hava skrásett pláss til túrin leygardagin kl. 15:30 eru fluttar til túrin sunnudagin kl. 15:30.

Túrurin sunnudagin kl. 15:30 er fluttur frá 17:30. Av tí at hesin túrur frammanundan hevur sera nógvar bíleggingar, ber ikki til at flyta bíleggingar av øðrum ferðandi enn manningum og akførum frá túrinum leygardagin til henda túrin. Ferðandi, ið hóast hetta ynskja at koma við henda túrin sleppa við, um pláss er fyri teimum.

Kappróðrarbátar sleppa einans við á hesum túri, um pláss er fyri teimum. Um ikki, sleppa teir við Teistanum kl. 19:00 frá Krambatanga ella við Smyrli kl. 21:15.   

Fráferðin úr Tórshavn sunnudagin 22/6 kl. 20:00 er flutt til kl. 18:00
Øll ferðafólk og akfør, ið hava bílagt pláss til túrin kl. 20:00, eru sjálvvirkandi flutt til kl. 18:00
Um ferðandi ynskja aðra fráferð, kunnu tit broyta ella strika hesa fráferð.

 

Bíleggingar til fráferðina av Krambatanga sunnudagin kl. 21:15 
Frá leygardegnum kl. 18:00 ber til at bíleggja sær pláss til hesa fráferð.

Tað kann væntast at nógv fara at bíleggja pláss fyrstu løtuna, so vinaliga havi tol.

Gevið gætur:

Allar bíleggingar til ferðafólk og akfør/kappróðrarbátar frá leygardegnum kl. 21:30, ið ikki vera nýttar henda túrin, verða sjálvvirkandi flutt til fráferðina sunnukvøldið kl. 21:15. Tó er IKKI neyðugt at gera nakra broyting í tínari bílegging, um tú hevur pláss til túrin leygarkvøldið og ynskir at flyta hann til sunnukvøldið kl. 21:15.

Legg til merkis, at henda flyting verður framd eftir fráferðina hjá Smyrli kl. 21:30 í kvøld.   

Um ferðandi ynskja aðra fráferð enn sunnudagin kl. 21:15, kunnu tit broyta ella strika hesa fráferð frá kl. 22:00 í kvøld. 

 

Eyka fráferð hjá Teistanum sunnudagin kl. 19:00

Sunnudagin verður eyka fráferð við Teistanum av Krambatanga kl. 19:00.

Heitt verður á kappróðrarmanningar at brúka henda túrin til kappróðrarbátarnar. Starvsfólk hjá Strandferðsluni syrgja fyri, at bátarnir koma umborð á Teistan, tá bátarnir verða settir á Krambatanga eftir ávísing frá starvsfólki okkara.

Til ber at bíleggja pláss til fráfeðrina hjá Teistanum her.
Teistin tekur 260 ferðafólk og er síglingartíðum 2:50 tímar. 

Teistin væntast at leggja at á Burstanga uml. kl. 22:30 og tá verða bátarnir koyrdir í land og skulu heintast skjótast gjørligt.

 

MÁNADAGIN  23. JUNI 2025:

Fráferðin av Krambatanga mánamorgunin kl. 06:00 er avlýst
Øll ferðafólk og akfør, ið hava bílagt pláss til túrin av Krambatanga kl. 06:00, verða sjálvvirkandi flutt til túrin sunnukvøldið kl. 21:15. 

Um ferðandi ynskja aðra fráferð enn sunnudagin kl. 21:15, kunnu tit broyta ella strika hesa fráferð frá kl. 22:00 í kvøld.