4G á farleiðini hjá Smyril
01.03.2016
Í løtuni verður arbeitt við at byggja eitt 4G-net kring landið. 4G verður sent út á einum stuttrøkkandi frekvensi, sum er til bygd økir á landi og einum langtrøkkandi frekvensi, sum dekkar vegastrekkir, farleiðir millum oyggjar og sjóøkið kring Føroyar. Tað er tann stutt røkkandi frekvensurin, sum verður tendraður í fyrst atløgu, ímeðan tann langtrøkkandi ikki verður tøkur fyrr enn 3./4. ársfjórðingi í 2016.
Á farleiðini hjá Smyrli er arbeiðið við at skifta sendistøðir og antennur komið væl áleiðis. Arbeiðið verður væntandi liðugt í mars 2016. Eftir páskir kunnu ferðandi umborð á Smyrli uppliva 4G umborð á pørtum av farleiðini. Samstundis verður 3G sambandið á allari farleiðini betrað soleðis, at har 4G ikki røkkur í fyrstu atløgu, verður nógv betri 3G samband.
Í 3./4. ársfjórðingi, tá ið langtrøkkandi frekvensurin veður tendraður, fæst nógv hægri ferð á allari farleiðini hjá Smyrli.
Sendistøðir á farleiðini
Tilsamans dekka 5 sendistøðir farleiðina hjá Smyril: á Trongisvágsfirði, á Froðbiarnakki, á Eyggjakletti í Nólsoy, í Skálavík, og á Skálhøvda á Sandoynni. Sendistøðin á Skálhøvda verður flutt, so hon betur dekkar farleiðina hjá Smyrli, og verður hetta arbeiðið eftir ætlan liðugt í seinasta lagi á heysti 2016.
Les meir um 4G netið og fylg við í arbeiðnum á http://heimsklassa.net
Niðanfyri eru mynd av monnum, ið eru í gongd við at útbyggja 4G netið:
