Switch to english
Tíðindi

4G LTE í heimsklassa á Smyrli

28.11.2016

Føroya Tele hevur syrgt fyri, at ferðandi umborð á Smyrli nú hava atgongd til eitt flúgvandi skjótt 4G LTE á allari farleiðini.

Í dag er internetið allastaðni. Internetið hevur fingið alsamt størri týdning fyri brúkarar, og vit brúka internetið til snildfonina, á teldlum og teldum. Hetta krevur eitt álítandi og gott internetsamband.

Hetta seinasta árið hevur Føroya Tele arbeitt við at tryggja, at føroyingar hava atgongd til eitt farnet í avgjørdum heimsklassa. Alt farnetið er skift út, ment og styrkt, so at føroyingar altíð hava fartelefonsamband. Harumframt hevur Føroya Tele bygt eitt landsumfatandi 4G LTE omaná, so føroyingar kunnu reika á internetinum við fullari ferð.

Arbeiðið gongur væl, og fyri stuttum kom arbeiðið hartil, at ferðandi umborð á Smyrli nú hava atgongd til eitt flúgvandi skjótt 4G LTE, ið dekkar alla farleiðina. Hetta merkir, at ferðandi kunnu lurta eftir tónleiki, hyggja at filmi og reika á internetinum uttan avbrot.

Tilsamans fimm sendistøðir dekka farleiðina hjá Smyrli: Á Trongisvágsfirði, á Froðbiarnakka, á Eyggjakletti, í Skálavík og á Skálhøvda. Nýliga varð sendistøðin á Skálhøvda flutt, so at hon dekkar farleiðina uppaftur betri.

Nýggja farnetið, sum Føroya Tele hevur útbygt í samstarvi við Huawei, sigst vera millum tey bestu í heiminum.

Legg til merkis, at um tú ikki hevur 4G LTE á fartelefonini ella teldlinum, skal tú venda tær til tin televeitara fyri at fáa tað.