Almenn hoyring um ferðaætlan hjá Erlu Kongsdóttir á leið 90

23.04.2021

Galdandi fyri tíðarskeiðið, har Erla Kongsdóttir avloysir Ternuna, sum skal avloysa á leið 60 og 56, frá mai til juli 2021. 

Eftir ætlan, fer Erla Kongsdóttir aftur at avloysa á Nólsoyarleiðini, tá ið Ternan fer at avloysa Teistin og Sam, sum skulu til kravda klassing og eftirlit í mai – juli 2021.

Ein møguleiki er tá, at Erla Kongsdóttir heldur fram við at sigla eftir verandi ferðaætlan, sí https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/oyggjaleidir/90-torshavn-nolsoy/

Royndirnar við Erlu vísa tó, at til ber at stytta um siglingartíðina við 5-10 minuttum og skapar hetta pláss fyri einari broyttari ferðaætlan við fleiri túrum og stytting av tíðini millum flestu fráferðir.

Strandferðslan skjýtur tí upp broyttu ferðaætlanini, sum er lýst niðanfyri.

Borgarar, ið ynskja at gera ítøkiligar viðmerkingar til ferðaætlanina, sum er í uppskoti, kunnu senda ein teldupost til ssl@ssl.fo fram til og við mánadagin 3. mai 2021.         

Siglingartíð: 20 min.
Skip: HSC Erla Kongsdóttir
90 Tórshavn - Nólsoy
Úr:Mán.Týs.Mik.Hós.Frí.Ley.Sun.
Tórshavn06.5006.5006.5006.5006.5006.50 1)
Nólsoy07.1507.1507.1507.1507.1507.15 1)
Tórshavn07.5007.5007.5007.5007.5007.50 1)
Nólsoy08.1508.1508.1508.1508.1508.15 1)
Tórshavn09.3009.3009.3009.30
Nólsoy09.5009.5009:5009.50
Tórshavn12.3512.3512.3512.3512.3512.0013.00
Nólsoy13.0013.0013.0013.0013.0012.2513.25
Tórshavn16.2016.2016.2016.2016.2016.2016.20
Nólsoy16.4516.4516.4516.4516.4516.4516.45
Tórshavn18.0018.0018.0018.0018.0019.0019.00
Nólsoy18.2518.2518.2518.2518.2519.2519.25
Tórshavn22.0022.0022.0022.0022.0022.0022.00
Nólsoy22.2022.2022.2022.2022.2022.2022.20

Viðmerking: Møguligt at sigla leygardag, annaðhvørt
1): 06:50 - 07:15
2): 07:50 - 08:15