Almennur fundur um tillagingar á leið 60 og 61

04.02.2020

Hóskvøldið 13. februar kl. 18:00 verður almennur fundur í bygdarhúsinum í Skopun.

Evnið á fundinum verður tillagingar á leið 60 og 61 í tíðarskeiðinum fram til tunnilin er liðugur.

Stjóri og onnur umboð frá Strandferðsluni halda fundin, og øll eru vælkomin.