Avlýsingar hjá Teistanum 28. oktobur
28.10.2016

Teistin sigldi fyrsta túr av Skopun í morgun. Aldan var høg, og nógv brim var í Skopun, sum sæst á myndini omanfyri, ið var tikin í morgun.
Streymviðurskiftini og innsiglingarumstøðurnar í havnini í Skopun vóru sera avbjóðandi í morgun og tí varð næsti túrur avlýstur.
Av omanfyri nevndu orsøkum verða tríggir teir seinastu túrarnir í kvøld avlýstir. Talan er um túrarnar kl 18:10, kl 20:30 og kl 22:30 av Skopun.
Tá ið veðurlíkindi og streymviðurskifti hátta sær sum í dag, tekur skiparin altíð avgerð út frá verandi støðu í tráð við váðametingina, ið er gjørd av leiðini.
Ein onnur avbjóðing er, at siglingarrennan í Skopun er smælkað 15 metrar av gróti, og tískil kunnu fleiri avlýsingar væntast í vetur á Teistanum