Switch to english
Tíðindi

Avlýsingar kunnu fyrikoma

05.07.2017

Teistin.JPG

Vegna avmarkingar í atløguviðurskiftum saman við lokalum veðurviðurskiftum kunnu verða avbjóðingar hjá SSL skipum, serliga á trimum farleiðum.
Vandi er fyri at taka botn, tí støðugar forðingar eru í innsiglingini í Nólsoy, og grót er farið niður í siglingarrennuna í Skopun, tá ið tað hevur verið brim, og í Svínoy har stórir steinar koma inn í havnina. Talan verður allarhelst um fáar árligar avlýsingar, sum ofta verða í samband við ávís lokal veðurviðurskifti.

SSL hevur sett seg í samband við avvarðandi kommunur og havnarmyndugleikar um hesi atløguviðurskifti, tá ið vit eru vorðin varug við hesar broytingar í okkara dagliga arbeiði. Tórshavnar Havn arbeiðir við at finna eina loysn fyri innsiglingina í Nólsoy, og eftir ætlan fer Landsverk undir í næstum at rudda siglingarrennuna í Skopunar havn. Klaksvíkar kommuna hevur eftirlit við havnina í Svínoy.

Tað er eitt krav til SSL skiparar at váðameta og sakliga viðgera, nær ið eitt SSL skip kann sigla til og frá kai. Váðametingarnar gerast m.a. við at lesa vindmátara hjá Landsverki saman við streymviðurskiftunum og øðrum veðurfrøðiligum upplýsingum, ið eru tøkar.