Switch to english
Tíðindi

Bátur til Strandfaraskip Landsins

03.03.2017

mynd høvuðsskrivstovan.png

Strandfaraskipum Landsins tørvar ein avloysarabát. SSL hava havt hendan tørvin í mong ár, serliga tí skip okkara regluliga skulu í dokk ella loysa seruppgávur. Haraftrat koma allar tær óvæntaðu støðurnar, ið javnan taka seg upp. Skulu vit røkja lógarásettu flutningsskylduna á nøktandi hátt, má ein avloysarabátur altíð vera tøkur. SSL leiga í løtuni privatar bátar, tá tørvur er á tí, men hendan loysnin er ikki nøktandi, tí tørvur er alt árið á einum avloysarabáti. Tí spyrja vit, um nakar hevur ein tílíkan bát at leiga okkum ella møguliga selja okkum, um játtan verður tøk til endamálið.

Tørvur

- Okkum tørvar ein bát, sum er um 15 metrar langur og 6,5 metrar breiður

- Báturin skal kunna flyta 110 ferðafólk, harav 85 skulu kunna vera innandura

- Talan skal vera um ein skjóttgangandi bát, sum tómur kann sigla 28 míl

- Báturin skal egna seg væl til útoyggjasigling

- Ferðandi skulu kunna vera á tveimum dekshæddum, og høvuðssalongin skal vera niðast

- Fremst í salongini skulu vera hentleikar til køk og pláss til tvær koyggjur

- Vesi má vera til rørslutarnað

- Gott pláss skal vera til viðføri

- Báturin skal hava eina ventilatiónsskipan, sum basir fukti í báðum salongum

- Stólar og setur skulu vera slitsterk og klædd við leðri ella kunstleðri

- Veggir, gólv og loft skulu vera gjørd úr tilfari, sum er lætt at viðlíkahalda

 

Grundleggjandi krøv

- Báturin skal vera útgjørdur við tveimum skrúvum til framtøku, einari síðuskrúvu aftan og tveimum bógskrúvum

- Høvuðsmotorarnir skulu vera tveir D16 Volvo-motorar

- Kølivatnið frá motorunum skal kunna endurnýtast til hita í bátinum

- Skrokkurin má vera styrktur soleiðis, at hann er vardur móti stoytum

- Dekkið má vera so sterkt, at báturin kann taka farm í smærri nøgdum

- Ein krani á 6 metrar, sum kann lyfta eitt tons, skal kunna setast í bátin

- Í stýriborð skal vera ein rampa til báðar hæddir, so koyrirstólur kann koma til og frá

- Bjargingarútgerð skal vera umborð til 140 fólk

Tilboð

Vilt tú leiga ella selja okkum ein tílíkan bát ella hava meira at vita, kanst tú ringja 343000 ella skriva ein teldupost til Hilmar Eliasen, stjóra,  á he@ssl.fo, ella Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara, á jpa@ssl.fo

Áhugaði biðjast venda sær til okkum innan fríggjadagin 31. mars kl 12.