Bílegging møgulig úr Skopun frá fyrst í mars

18.02.2019

Síðani oktober í 2017 hevur verið møguligt at bílagt sær akfarspláss við Teistanum av Gomlurætt til Skopunar. Frá 4. mars verður eisini møguligt at bíleggja sær pláss á túrunum úr Skopun.

Skipanin við bílegging av akfarsplássi umborð á Teistanum av Gomlurætt, sum kom í gildi 23. oktober í 2017, hevur virkað so mikið væl, at hon nú verður sett í gildi fyri allar túrar hjá Teistanum. Frá 4. mars verður tí eisini møguligt at bíleggja pláss til akfør úr Skopun til Gomlurætt.

Fyri at bíleggja úr Skopun mást tú hava vanga, og goymslugjald verður tikið fyri bíleggingina. Goymslugjaldið er helvtarprísur av ferðaseðlaprísinum, og fer aftur inn á vangan, tá ið tú koyrir umborð. Møtir tú ikki upp verður goymslugjaldið afturhildið.

Tað verður tó framvegis soleiðis, at um pláss er á dekkinum, ber sjálvandi enn sum áður til at koyra bilin umborð á Teistan, uttan frammanundan at hava bílagt sær pláss.

Undir breddanum bílegging á heimasíðuni finnast vegleiðing, treytir og annað viðvíkjandi nýggju skipanini.

Bílegging av plássi til bilin kann gerast HER