Switch to english
Tíðindi

Bíleggingarskipanin dregur út

02.11.2016

Fyrr í ár meldaði SSL út, at ein bíleggingarskipan til Teistan skal verða klár 1. novembur í ár. Hetta kemur ikki at halda.
Arbeitt hevur verið við skipanini í eina tíð, og krøvini til skipanini og hvussu hon skal virka, eru um at verða fastløgd. Tað er í samband við hetta arbeiðið, at SSL staðfestir, at arbeiðið við skipanini fer at verða drúgvari enn higartil mett. Samstundis fellir hendan verkætlanin saman við øðrum KT verkætlanum, sum longu eru í gongd, og sum krevja arbeiðsorku frá SSL.
Tað verður tó miðjað ímóti, at ein bíleggingarskipan til Teistan skal verða liðug um ársenda.