Borgarstjórin takkar Strandferðsluni
29.08.2016

Jógvan Skorheim, borgastjóri í Klaksvíkar kommunu, sendi mánamorgunin Strandfaraskipum Landsins eina hjartans tøkk fyri ta flottu tænastu tey veittu norðingum, við at Smyril flutti umleið 1000 KÍ-viðhaldsfólk til og frá finaluni um løgmanssteypið leygardagin.
- Vegna Klaksvíkar kommunu og allar teir umleið 1000 norðingarnar, sum fingu høvið at ferðast við Smyrli til og frá finaluni um løgmanssteypið leygardagin, vil eg við hesum bera tykkum á Strandfaraskipum Landsins eina hjartans tøkk og tey bestu lukkuynski.
Soleiðis byrjar Jógvan Skorheim, borgarstjóri, takkarskriv sítt til Strandfaraskip Landsins, sum er stílað til Hilmar Eliasen, stjóra, og Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðara.
- Tað var ógvuliga hugaligt at uppliva tykkara professionella arbeiðshátt og jaliga hugburð, tá ið eg longu dagin eftir hálvfinalusigurin á NSÍ setti meg í samband við tykkum við fyrispurningi og áheitan um at leiga Smyril til stóra finaludagin.
- Her eru tit á SSL sannar fyrimyndir fyri aðrar almennar stovnar og tænastuveitarar, tí heilt frá byrjan í samskifti okkara vóru tit kvik við greiðum svarum, og tá ið málið varð neyðuga lýst, bóru tit skjótt at við greiðum boðum.
Smyril gjørdi farleiðina tryggari
Víðari skrivar borgarstjórin, at týdningurin av flutningsuppgávuni, sum Smyril so væl røkti leygardagin, er størri, enn tey flestu munnu hugsa um, tí harvið fingið heili túsund fótbóltsfjepparar ta tryggast møguligu farleiðina til og frá einari finalu, sum í ár savnaði umleið 4700 áskoðarar.
- Loysnin við Smyrli gjørdi eisini ferðasambandið hjá øllum hinum áskoðarunum norðanfjørðs tryggari, tí hetta minkaði munandi um talið av bilum, bæði eftir oyggj og inni í Havnini, parkering o.s.fr.
Ein eyka dimensión
- Sum eitt stórt bonus góvu tit á Strandferðsluni – við Smyrli – finaluni eina eyka dimensjón, sum gjørdi dagin enn meir stórslignan og veitslukendan, við tað at túsund norðingar marsjeraðu niðan frá Smyrli ígjøgnum býin og omanaftur aftaná. Somuleiðis gjørdist heimkoman til Klaksvíkar framúr av somu orsøk, skrivar Jógvan Skorheim, borgarstjóri, ið somuleiðis bað leiðsluna á Strandferðsluni um at bera eina tøkk víðari til manningina umborð á Smyrli. Tey vóru sera hjálpsom og tænastusinnað, og gjørdi hetta túrin so fantastiska góðan.
- Fyri hesa flottu tænastu hava tit á Strandfaraskipum Landsins eina stóra og hjartaliga tøkk uppiborna – ein tøkk, sum eg við hesum fegin vil bera tykkum vegna Klaksvíkar kommunu, Klaksvíkar Ítróttarfelag og øll tey mongu, sum nutu gott av hesi tænastu tykkara.