Broyting á leiðunum 100 og 300
15.08.2017

Frá mánadegnum 21. august 2017 verða broytingar í ferðaætlanunum á leiðunum 100 og 300. Høvuðsbroytingin er tann, at nú koyrir bussurin allar túrar út á Bakka í Sørvág, í staðin fyri at steðga við Blindtarmin á summum av túrunum. Hetta verður væntandi ein betri tænasta, bæði fyri sørvingar og ikki minst fyri tey, ið skulu til Mykinesar.