Í samband við at minnisvarðin "Dropi í lívsins havi" verður avdúkaður í morgin, verður hátíðarhald í Svínoy.
Fyriskiparnir av tiltakinum hava í hesum sambandið heitt á SSL um at gera tillagingar á leið 58 fyri hendan dagin.
Síðani hevur verið arbeitt við at leggja dagin soleiðis til rættis at tað høgliga ber til hjá so nógvum sum møguligt at koma út í oynna um dagin, meðan hátíðarhaldið er.
Ítøkiliga merkir hetta at Ritan einans siglir til svínoyar, fyrrapartin av degnum, og ger síðani ein túr til fugloyar seinnapart.
Fyri at fugloyingar merkir hetta at Tjørnunes røkir siglingina til Fugloy fyrrapartin av degnum og siglt verður sambært galdandi ferðaætlan um morgunin, tó verður eykatúrur sigldur um neyðugt er við tí.
Ferðaætlan fyri sigling til Fugloy og Svínoy sæs her.