Broytingar á leið 60,61 og 90

22.05.2018

Nú Teistin fer á beding, verður neyðugt tillaga leiðirnar sum náttúrliga verða raktar av at Teistin ikki er tøkur í eina tíð.

Ítøkiliga merkir hetta at SSL hevur leigað eina tvíkylju til at røkja leiðirnar 61 og 90.

Tvíkyljan fer at sigla eftir somu ferðaætlan sum Ternan hevur haft á leið 90, men fer umframt hetta at sigla út í Hest umvegis Gomlurætt, í mesta lagi 3 ferðir um dagin, allir túrar eru enn sum áður tilkalling, minst 1,5 tíma áðrenn ætlaða fráferð.

So leingi sum Issehoved røkir leið 90, siglir Sam farmatúr týsdag og hósdag úr Tórshavn kl.11:15 og úr Nólsoy kl.12:15