Switch to english
Tíðindi

Broytingar á leið 60 og 61 vegna tilbúgving

31.08.2017

Teistin.PNG

Teistin hevur ikki siglt ímillum Gomlurætt og Skopun í morgun sum vanligt, tí hann varð kl. 04 í morgun ein liður av leitingararbeiði hjá MRCC í Skopunarfirði. Teistin varð leysgivin av MRCC kl. 09:30, og væntast aftur í sigling seinni í dag. Silja Star hevur røkt siglingina hjá Teistanum í morgun.

Ternan bjóðaði seg at hjálpa til, og varð síðani innkallað av MRCC kl. 09 at verða við í tilbúgving í Nólsoyarfirði. Hon verður væntandi leysgivin av MRCC innan næsta túr til Nólsoyar, og verður tískil væntandi ongin broyting á leið 90 í dag.