Broytingar á leið 7 MV Prince

27.09.2019

Sum ætlað er siglingin hjá Prince á leið 7 nú eftirmett, og niðurstøðan er púra greið: tillagingar eru neyðugar.

Galdandi ferðaætlan er løgd við støðið í manningartali, reglum um kravda hvílitíð, umframt at hon – í tann mun tað ber til - tekur atlit til tey, sum dagliga ferðast um fjørðin.

Ein av høvuðsorsøkunum til at tað hevur verið so torført at halda ferðaætlanina er, at tað er sera nógvur farmur. Merkisvert er tað (at nevna), at í núverandi viku varð met sett í tali av lastum, ið fóru suður og norður um suðuroyarfjørð.

Broytingarnar sum koma í gildi mánadagin verða hesar: mán-frí verða fráferðirnar kl.11:30 fluttar til kl.11:00, og kl.15:30 til kl.15:00.

7 TVØROYRI - TÓRSHAVN

Av/úr

Mánad.

Týsd.

Mikud.

Hósd.

Fríggjad.

Leygard.

Sunnud.

Tvøroyri

07:00

07:00

07:00

07:00

07:00

08:00

08:00

Tórshavn

11:00

11:00

11:00

11:00

11:00

11:00

11:00

Tvøroyri

15:00

15:00

15:00

15:00

15:00

17:00

17:00

Tórshavn

19:00

19:00

19:00

19:00

19:00

20:00

20:00