Switch to english
Tíðindi

Broytingar í ferðaætlanum

23.06.2016

Bussar og Skansin1.JPG

Á fleiri av okkara Bygdaleiðum og eisini sjóleiðum verða ymiskar broytingar og frávik í ferðaætlanunum í summar. Fyri ávísar leiðir hjá Bygdaleiðum merkir hetta, at frá 26. juni til 14. august verða teir ”grønu túrarnir” ikki koyrdir. Grønu túrarnir eru, sum navnið sigur, litaðir grønir. Eisini eru ymisk frávík hjá bæði Bygdaleiðum og á okkara sjóleiðum í sambandi við stevnur og onnur tiltøk.

Tí vil SSL heita á okkara ferðafólk um at kunna seg um ferðaætlanina áðrenn ferðin byrjar: Dagligar broytingar á leiðunum liggja fremst á okkara heimasíðu í gula teiginum ”broytingar”. Frávik eru at finna niðast undir hvørjari leið og grønu dagarnir eru á sjálvari ferðaætlanini hjá einstøku leiðunum.