Broytingar í ferðsluni kunnu væntast á sjógvi og landi í dag

16.01.2019

Veðurforsøgnin í dag boðar frá vindi, hørðum hvirlum og avfalli. Serliga seinnapartin í dag verður nógvur vindur. Roknast kann við, at broytingar og avlýsingar verða á sjógvi og landi. Tí verður heitt á fólk, at kunna seg um ferðslubroytingar á okkara heimasíðu, rutuupplýsing ella umvegis okkara sms-tænastu.