Broytt ferðaætlan á leið 90 í samband við Ovastevnu

31.07.2019

So er Ovastevna aftur á skránni.

SSL hevur í fleiri ár samstarvað við nevndina fyri ovastevnuna, umframt aðrar viðkomandi partar, til tess at tryggja at fólk kunnu koma so trygt og smidliga um fjørðin, sum til ber.

Hetta samstarvið hevur í ár havt við sær at ferðaætlanin er víðkað eitt sindur soleiðis at tað sum fyrr var "møguligur eykatúrur" nú er vorðið til fastan túr. Talan er um fráferð úr havn kl.14:00, kl.22:00 og kl.02:00.

Øll ferðaætlanin fyri Ovastevnuna sæst her