Bygdaleiðir givnar at koyra og avlýsingar á Oyggjaleiðum
12.01.2017

Nógvur vindur, kavi, hálka og jarðrok eyðkenna veðrið í dag og tí eru koyrilíkindini vánalig um alt landið. Flestu leiðir hjá Bygdaleiðum byrjaðu at avlýsa longu í morgun og stutt eftir middagsleitið í dag fóru síðstu bussarnir hjá Bygdaleiðum í Sandoy og Suðuroy teirra síðsta túr fyri dagin.
Eisini eru avlýsingar á Oyggjaleiðum; Ritan fór til Svínoyar í morgun og aftur seinnapartin, men ongin sigling er til Fugloyar í dag. Ternan fór síðsta túrin av Havnini kl. 12:30, og kl. 16:30 og kl. 17:20 fer Teistin síðsta túr úr Skopun og Gomlurætt. Fleiri túrar verða ikki á Sandoyar- og Hestleiðini í dag.
Smyril fór av Havnini kl. 13:30 og skal eftir ætlan sigla av Krambatanga kl. 17:30 og suður aftur kl. 21:15, men tað er óvist, um hesin túrur verður sigldur. Sam fer eftir ætlan av Klaksvík til Syðradals kl. 15:30 og úr Syðradali kl. 15:50 og eftir ætlan verða seinni túrarnir eisini sigldir.
Væntandi kemur ferðslan í rættlag í morgin fyrrapart.