Dagførd bíleggingarskipan á Skopunarleiðini
19.03.2018

Síðani síðst í oktobur í fjør hevur tað borið til at bílagt sær pláss til bilin av Gomlurætt. Bíleggingarskipanin hevur hepnast sera væl, og nógv ferðandi hava brúkt møguleikan at bíleggja sær bilpláss. Vit meta tó, at ávísar tillagingar eru neyðugar.
Tann størsta tillagingin er, at nú ber til at stovna ein vanga á bíleggingarskipanini, og harfrá seta pening inná og gjalda fyri túrarnar av hesi upphæddini. Við hesum er er ikki neyðugt at skráseta SSL kortið hjá manning, áðrenn koyrt verður umborð. Við at stovna vanga fáa persónbilar sama avsláttur sum við virðiskorti, nevnilig 15%. Minsta áfylling á vangan er 500 kr og mesta áfylling er 20.000 kr.
Hevur tú gjørt tær ein vanga, kanst tú keypa eitt mánaðarkort inn á vangan til tín persónbil. Kortið kostar enn sum áður 1690 kr, og byrja dagarnir á kortinum at telja niður úr 30 døgum, tá ið bílagt verður við tí fyrstu ferð. Um tú hevur bílagt, og ikki møtir upp, fellur ein dagur burtur av kortinum.
Ein onnur broyting er, at nú ber eisini til at keypa ferðaseðil til ferðandi í bilinum, t.v.s. er goldið fyri ferðandi, er ikki neyðugt hjá teimum at fara úr bilinum, tá koyrt verður umborð. Sami avsláttur á 15% er galdandi fyri ferðandi í bilinum, um goldið verður við vanganum.
Tað ber sjálvandi til enn sum áður at bíleggja pláss uttan at hava skrásett seg í skipanini við vanga. Tá verður goldið við gjaldskorti sum higartil.
Sum nakað nýtt fer nú eisini at bera til at bíleggja fleiri ferðir í einum, og á vanganum ber til at síggja yvirlit yvir allar bílagdar ferðir hjá tí einstaka.
Í bíðirøð 2 kunnu øll SSL kort framvegis nýtast. SSL kortini kunnu eisini nýtast á øðrum leiðum hjá Strandferðsluni, men tað ber eisini til hjá ferðandi at koma inn á Farstøðina við virðiskortunum, og fáa saldo á teimum flutt inn á vangan. Somluleiðis kunnu tey, ið hava mánaðarkort á leið 60 eisini koma inn á Farstøðina, og fáa restupphæddina av tí flutta inn á saldo á vanganum.